KAPPRÓÐUR
Leygardagin blivu fyrstu tøkini tikin í føroyska kappróðrarárinum, tá Norðoyarstevnuróðurin var á skránni. Bert 43 bátar høvdu boðað frá luttøku á fyrstu stevnuni, men tá alt kom til stykkis, vóru tað bert 39 bátar, sum róðu kapp á fyrstu stevnuni á árinum.
Hetta er eitt óvanliga lágt tal og hyggja vit at luttøkuni í fjør, so høvdu fleiri enn 70 manningar boða frá luttøku til Norðoyastevnuróðurin 2006. Tað vil siga, at áhugin av eini ella aðrari orsøk er nógv minkaður í ár.
Tað merkti eisini stevnuni, at tveir av róðrunum bert høvdu luttøku av tveimum manningum. Bæði hjá 6-mannaførum kvinnum og hjá 10-mannaførunum vóru bert tveir bátar við í kappingini, og serliga 10-mannafarsróðurin var eitt stórt vónbrot. Oftast eru fólk serliga spent til at fylgja hesi kappingini, men í ár var at kalla einki fólk eftir á havnarlagnum í Klaksvík, tá 10-mannafarsróðurin bleiv skotin í gongd.
Alt hetta fara tit tó at hoyra um í blaðnum í morgin. Her fara vit at hyggja nærri at eini rættiliga serligari hending, sum fór fram á Norðoyarstevnuróðrinum leygardagin.
Heiðabáturin vann á flaggskipinum
Kappróðrarveðrið á Norðoyastevnu var heilt hampiligt henda leygardagin. Tað var heldur kalt hjá áskoðarunum, sum stóðu við havnarlagið í Klaksvík, men hjá manningunum úti á fjørðinum mundi ikki bila. Tær høvdu vindin ímóti ávegis á leiðini móti málinum, men hetta tóktist tó ikki ávirka tað heilt stóra.
Fyrstu fýra róðrarnir gingu skjótt at avgreiða, áðrenn málið bleiv flutt út á 1500 metrar. Tá var ein lítil løtu at bíða, meðan málið bleiv flutt, men tá róðrarnir fóru í gongd aftur, gekk aftur sera skjótt.
Tá 6-mannaførini við monnum høvdu róð, var tíðin komin til 8-mannaførini. Her vóru fimm bátar við í kappingini, men kappingin bleiv ongantíð serliga spennandi. Heiðabáturin úr Kappróðrarfelagnum NSÍ setti alla mótstøðu til viks henda dagin, tá teir vunnu í tíðini 7.42.03. Hetta var næstan 15 sekund betri enn Argjabáturin, sum endaði á øðrum plássi.
Eftir hetta var tíðin so komin til 10-mannaførini, har bert tveir bátar vóru við. Her vann Eysturoyingur ein tryggan sigur, tá teir komu á mál í tíðini 7.47.17. Henda tíðin var heili fimm sekund verri enn tíðin hjá Heiðabátinum, og tí eydnaðist 8-mannafarinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at koma á mál í eini betri tíð enn flaggskipið, Eysturoyingur, henda dagin.
Hetta er ikki komið ofta fyri í føroyskari rógving, og hetta má eisini metast at vera sera, sera flott av manningini á Heiðabátinum.
Manningin á Heiðabátinum vann í fjør føroyameistaraheitið umborð á 6-mannafarinum, Sølmundi. Í ár høvdu teir tó valt at royna eydnuna í 8-mannaførunum, og tí vistu teir slett ikki, hvat teir skuldu væntað, sigur ein av rógvarunum umborð.
- Vit eru nýggir í 8-mannaførum. Í fjør mannaðu vit 6-mannafarið, Sølmund, og tí vistu vit slett ikki, hvat vit skuldu vænta. Hetta gekk tó ótrúliga væl, og tað er fantastiskt at vinna á fyrstu stevnuni, sigur Hans Karl Jacobsen, sum rør við Heiðabátinum.










