KAPPRÓÐUR
Heiðabáturin hevur vunnið trygt á hvørjari stevnu í ár, og tí vóru teir stórir favorittar at vinna 8-mannafarsróurin á vestanstevnu leygardagin. Einasti báturin, sum undan róðrinum sá út til at kunnu geva Heiðabátinum kapping, var Árnfirðingur, sum hevur tikið seg sera nógv fram síðstu róðrarnar.
Tað var tó ikki Árnfirðingur, sum gav Heiðabátinum kapping hesaferð men í staðin var tað Argjabáturin, sum rættiliga beit frá sær fyrstu longu løtuna. Argjabáturin legði nevniliga sera væl fyri, og eina løtu vóru teir eina heila bátslongd framman fyri Heiðabátin.
So við og við raknaðu teir tó við á Heiðabátinum, og spakuliga ótu teir meir og meir av leiðsluna hjá Argjabátinum. Argjabáturin royndi tó alla tíðina at halda fast um leiðsluna, og tá bátarnir báðir fóru undir endaspurtin, var at kalla eingin munur millum teir.
Í endaspurtinum var Heiðabáturin tó sterkari, og vann við eini hálvari bátslongd niður til Argjabátin. Við sigrinum eru teir á Heiðabátinum enn ósigraðir í ár, men Argjabáturin vísti, at tað ber til at steðga Heiðabátinum.