Heiðabáturin er FM vinnari

Tað gekk, sum tað plagar. Guli Heiðabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var fyrstur á mál í kappingini millum 8-mannafør. Hetta var sætti sigurin av seks møguligum hjá Heiðabátinum, og tá ið tað hevur verið eitt sindur av skiftingum millum teir, sum hava verið næstfyrstir, so bar sigurin í dag endaliga staðfesting við sær um, at favorittarnir umborð á Heiðabátinum hava vunnið FM í 2008. Tað varð sligið rimmar fast í dag.

Heiðabáturin hevur 42 stig. Árnfirðingur endaði á triðja plássi í dag. Í FM kappingini eru árnfirðingar á silvurplássi. Teir hava 33 stig og hava tískil ongan møguleika at røkka Heiðabátinum. Spurningurin um Árnfirðingur fer at vinna silvur í FM kappingini verður ikki svaraður fyrrenn á ólavsøku.

Hesa ferð vann Argjabáturin á Árnfirðingi. Harvið løgdu argjamenn seg upp á síðuna á teimum úr Árnafirði. Tí er kappingin um FM silvurið púra opin.

Eftir at tað fleiri ferðir ikki hevur verið so sannførandi hjá teimum á Argjum, lá væl fyri í dag. Argjabáturin var fremstur í startspurtinum, og Argjabáturin megnaði at halda tørn um næstfremsta plássið. Leingi høvdu argjamenn hug at bjóða Heiðabátinum av, men í tí kappingini gjørdust teir ov stuttir.

1 Heiðabáturin 04:15.18

2 Argjabáturin 04:17.17

3 Árnfirðingur 04:18.07

4 Kvívíkingur 04:24.14

5 Miðvingur 04:41.02

 

1 Heiðabáturin 42

2 Argjabáturin 33

3 Árnfirðingur 33

4 Kvívíkingur 24

5 Knørrur 9

6 Miðvingur 3