Hegnið er trygt

Eftir at hava kannað økið, har grót reið oman í Tjørnuvík sunnudagin, staðfestir Landsverk, at tons tungi steinurin, sum kom á vegin, fór sunnanfyri sjálvt trygdarhegnið. Hetta verður staðfest út frá sporum eftir steininum bæði oman fyri og niðan fyri trygdarhegnið.

Tað var sunnumorgunin 6. juni um 8.30-tíðina, at tjørnuvíkingar hoyrdu grót rapað úr Hægstafjalli oman fyri bygdina. Ein steinur upp á umleið eitt tons endaði heilt niðri á vegbreytini, meðan trygdarhegnið tók restina tilfarinum, sum reið oman.

Fyrst varð hildið, at at steinurin var hoppaður upp um trygdarhegnið, tí onki hol var í hegninum. Og sjálvt um talan var um ein lutfalsliga stóran stein, hevði hann heldur ikki gjørt skaða á vegin.

Eftir at boðini um lopið vóru komin frá løgregluni, fóru fólk frá stovninum beinanvegin norður at kanna tilburðin og beina steinin burtur av vegnum.

Landsverk staðfestir, at trygdarhegnið á Tjørnuvíkarvegnum veruliga hevur økt um ferðslutrygdina har, eins og tað eisini hevði gjørt á øðrum vegateinum, har omanlop javnan koma fyri.

- Hóast tons tungi steinurin endaði á vegnum, so hava eini 60 metrar av trygdarhegninum støðgað restina av lopinum, ið snúði seg um eini 15-20 tons av gróti. Um trygdarhegnið hevði verið nakrar metrar longri, hevði hesin steinur heldur ikki komið oman á vegin. Sostatt virkar trygdarhegnið eftir ætlan, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Nú verður farið at umvæla skaðan, sum tað hevur fingið av grótlopinum. Størstu steinarnir, sum hegnið hevur støðgað, viga upp til umleið eitt tons.

Hegnið, sum varð sett upp í Tjørnuvík á heysti 2007, er 220 metrar langt, 4 metrar høgt og stendur umleið 10 metrar frá vegnum.