Tjørnuvík:
Neyðugt hegn: Ja! Trygt hegn: Lutvíst! Pent hegn: Nei!
Vakra bygdin norðarlaga á Streymoynni við stóra sandinum, hevur nú fingið nakað sum eingin onnur bygd í Føroyum hevur: Eitt 220 metrar langt trygdarhegn.
Hetta er sett upp fyri at forða gróti og smásteinum at detta oman, sum annars eru til stóran ampa fyri bygdarfólkið tá tey skulu burtur í aðra bygd.
Fyri fólkið er hetta kortini bert at meta sum ein fyribils loysn – men kortini eini loysn sum kanska verður annað enn bert ein fyribilsloysn.
Tá Sosialurin og Rás2 vitjaðu í Tjørnuvík fyrrapartin í gjár, skiltist skjótt á fólki at tey sóu avgjørt nyttuna í hesum trygdarhegninum. Men –
- Skal ein tosa um fullkomnan tryggleika, so fæst hann bert við einum tunli til Haldórsvík!, segði Sólrun Magnussen úr Tjørnuvík í samrøðu við Rás2 í middegi ígjár.
Sólrun, sum arbeiðir í Streymnesi, staðfesti samstundis í stuttu samrøðuni, at bygdarfólkið óttast, at nú trygdarhegnið er komið upp, eru allar ætlanirnar um ein tunnil útsettar í tað óvissa.
Grót og smásteinar
Hvønn einasta dag koyra fólk í Tjørnuvík aftur og fram gjøgnum líðina, tá tey skulu til arbeiðis ella hava onnur ørindi aðrastaðni.
Tey hugsa kanska ikki so nógv um tað longur, men ein sannroynd er tað, at fólk ikki altíð hava kent – ella kenna – seg eins trygg við at koyra teir fyrstu hundrað metrarnar úr heimbygdini.
Tað er nærum ikki dagur, at ikki onkur smásteinur ella grót liggur á vegnum. Og í tí eina førinum datt ein steinur oman so stórur, at hann sperraði fyri allari koyring.
Hóast tey liva undir hesum umstøðum og kanska eisini óttast at koyra av bygdini, so er einki alternativ til hetta: Hetta er einasta farleið teirra til umheimin.
Ynskið hjá bygdarfólkinum hevur altíð verið at hava tryggar umstøður at ferðast undir. Og fyri tey er eingin ivi um, hvussu tann loysnin sær út: Ein tunnil millum Tjørnuvík og Haldórsvík!
- Men hygga nú. Nú er hegnið komið upp, og tað einasta, sum vit hava fingið burtur úr tí er at vit kunnu gloyma alt um tunnilin í mong ár aftrat, sigur ein annar tjørnuvíkingur.
Taka 10 tons
Tey hjá Landsverki eru sjálvandi greið um tær umstøðurnar sum fólkið í bygdini livir undir hvønn einasta dag, bæði summar og vetur.
Í september mánaði í 2006 vóru umboð fyri Landsverk á vitjan hjá Statens Vegvesen í Noregi.
Endamálið við vitjanini var at fáa størri innlit í alternativar loysnir viðvíkjandi fjallatrygging av líðum, har skriðu- og skalvalop og omanlop av gróti á vegirnar er til ampa fyri tey ferðandi.
Avgjørt var at seta upp eitt 220 metrar langt og fýra metrar høgt trygdarhegn upp sum eina roynd beint sunnanfyri bygdina. Hetta er bert eitt av strekkjunum, har nógv grót dettur oman á vegin.
Hesi hegnini hava tey góðar royndir við í Noregi, og í roynd og veru kunnu tey steðga steinum sum viga heilt upp í 10 tons. Satt at siga, so sóu teir beinanvegin, hvussu neyðugt tað var slíkum hegni:
Meðan teir arbeiddu við hegninum datt ein 125 kilo stórur steinur oman og endaði í hegninum – og altso ikki á landsvegnum!
Pent er tað ikki
Serfrøðingar innan trygging av fjallavegum í Noregi vóru eisini í Føroyum fyri at finna best egnaða økið til eitt slíkt hegn.
Hugt varð millum annað eftir Viðareiðisvegnum, vegnum gjøgnum Sandslíð, vegnum millum Langasand og Tjørnuvík, og sjálvandi eisini vegnum oman móti Tjørnuvík. Avgjørt varð at gera eina roynd á hesum økinum.
Tjørnuvíkingar eru sum vera man fegnir um hesa loysnina. Men sum teir siga tað: Hetta hegnið dekkar bert teir fyrstu 220 metrarnar. Steinar og grót detta niður á vegin allan vegin niðan gjøgnum líðina og sunnanfyri.
- Hegnið er fínt, men nøktar bert ein avmarkaðan tørv. Og pent, - tað er tað so slett ikki. Í Noregi kann ein altíð krógva eitt slíkt hegn aftanfyri trø, men tað kunnu vit ikki gera her.
- Ja, hvat munnu tey mongu ferðafólkini í summar fara at halda. Hetta er avgjørt ikki við til at hugna um hesa vøkru bygdina, sigur ein annar tjørnuvíkingur.
Kenna ikki trupulleikan
Hóast fólk síggja nyttuna í einum slíkum hegni, so er hetta bert ein fyribils loysn í teirra verð.
Í fleiri umførum hevur verið tosað um tað neyðuga í at ein tunnil varð gjørdur hiðani og til grannabygdina Haldórsvík. Enn er hetta bert vorðið til tos og valagn.
Uppskot og fyrispurningar hava verið á tingi um hetta málið, og í fjør ljóðaði frá einum táverandi tingmanni í økinum, at peningur skuldi játtast til tunnilin á fíggjarlógini fyri 2008.
Sum kunnugt er henda ikki endaliga samtykt enn, eins og samgongan heldur ikki er skipað. Tí dugir eingin at siga við vissu, um nøkur játtan verður til veruligar kanningar av hesum málinum.
Tað er helst so sum ein tjørnuvíkingur tók til:
- Hevði onkur politikkari, landsstýrismaður ella stjórin á Landsverki búð í Tjørnuvík, høvdu vit fyri langari tíð síðani havt ein tunnil til Haldórsvíkar.
- Men tað vísir seg sum um at eingin hevur áhuga fyri okkum, uttan tá val er í hond, sigur hesin álvarsamur.
FAKTA
Trygdarhegn
Í Noregi hava tey í nógv ár arbeitt miðvíst við fjallatrygging. Millum teir nógvu møguleikarnar teir hava fyri hesum, eru hesi trygdarhegnini.
Eftir eina vitjan í Føroyum var avgjørt at royna hesa loysnina á vegnum til Tjørnuvíkar, har ein hevur trý støð har grót rapar oman á vegin – við bygdina, í Líðini og við Marmarkallará.
Valt varð henda loysnin beint við bygdina, tí her er trupulleikin mest konsentreraður yvir ein tein sum var beint omanfyri 200 metrar langur.
Í september mánaði í fjør byrjaðu teir at seta hegnið upp og 24. oktober var arbeiðið hjá norsku fyritøkuni MESTA liðugt.
Hegnið er fýra metrar høgt og stendur 10 metrar frá vegnum. Arbeiðið kostaði góðar 2 mió krónur.
(Kelda: landsverk.fo)










