Tað var kortini ikki alt landið, sum hevði slíkt veður. Nógvastaðni var stilt og turt, men aðrastaðni var gloprarregn, heglingur og ógvusligur torusláttur.
Mikael Jarnvig, veðurmaður, sigur við danska kringvarpið, at summastaðni regnaði tað meiri enn 40 millimetrar. Tað var serliga tann vestari parturin av landinum, sum fekk nógv avfall. Eitt nú regnaði tað meiri enn 60 millimetrar í Jelling í Jyllandi til klokkan átta í morgun.
Síðani á midnátt í gjárkvøldið eru 5.293 snarljós skrásett.