Heglingur í Danmark

Hóast tað eru fjúrtan dagar til longsta dag, er veðrið ikki serliga summarligt í Danmark. Í gjár gekk toran, summastaðni var gloprarregn, og við Tranbjerg við Aarhus var heglingur.

Heglingurin á myndini er 2,4 centimetrar í tvørmát ella sum ein av teimum gomlu tveykrónunum, og donsku veðurmenninir siga, at eftir donskum viðurskiftum er hetta ein stórur heglingur.

Heimsins størsti heglingur, sum menn vita um at siga, var 20 centimetrar í tvørmát. Hann datt niður úr luftini í USA fyri tveimum árum síðani.