Heglingsæl sunnudagin

Danska veðurstovan er ikki bjartskygd um veðrið komandi dagarnar.

Hósdagin flytir eitt lágtrýst seg í ein landnyrðing og fer framvið Føroyum vestanfyri og hevur óstøðugt veður við sær. Leygardagin fer eitt djypri lágtrýst nøkunlunda somu leið, og sunnudagin kemur kaldari luft úr útnyrðingi. Mánadagin verður aftur lýggjari, men óstøðugur vindur úr útsynningi.

 

Mikudagin veksur hann sum frá líður vindin upp í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi. Mest skýggjað og í støðum regn og hitin millum seks og níggju stig. Út á kvøldið ella í nátt makar hann vindin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum. Turt og klárt, men út á náttina skýggjað og regn av útsynningi, og hitin millum tvey og fimm stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi landsynningi og suðri, seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi. Skýggjað og regn av útsynningi sum dagur líður og hitin millum fimm og átta stig. Um náttina makar hann vindin til eitt lot til andøvsgul av útsynningi. Skýggjað, men í støðum regn og hitin millum trý og sjey stig.

 

Fríggjadagin veksur hann vindin upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, og um kvøldið upp í hvassan vind. Skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina øtlar hann vindin til strúk í vindi upp í skrið av suðri og seinni útsynningi. Regn til tíðir, síðani ælingur. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, um náttina av vestri. Skýggjað og ælingur, partvís við heglingi. Hitin millum tvey og seks stig. 

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul. Samdrigið og heglins- ella kavaæl. Hitin um trý stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul, sum snarar í ein útsynning. Turt og yvirhøvur klárt. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum fimm og átta stig.