Hegga venjari hjá 07 Vestur

Hegga skal venja besta liðið 07 Vestur komandi trý árini

Jógvan Hendrik Svabo Samuelsen, eisini kendur sum Hegga, hava gjørt sáttmála við 07 Vestur fyri komandi trý kappingarárini. Hegga skal standa fyri besta liðið felagsins, umframt at vera høvuðsungdómsvenjari, skrivar heimsíðan hjá 07 Vestur.

 

 - 07 Vestur skal vera eitt felag fyri okkum í vesturøkinum. Nakað, vit kunnu gleðast um, savnast um og vera errin av. Stóra arbeiði, ið verður gjørt í yngru deildunum skal nú síggjast aftur í, at okkara leikarar skulu manna lið felagsins, eisini besta liðið, sigur Jarnhold Nattestad, formaður í 07 Vestur, við heimsíðuna hjá felagnum.

 

Hegga hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, bæði hjá yngri liðum og á besta liðinum, bæði sum høvuðsvenjari og hjálparvenjari. Í ár hevur Hegga staði á odda fyri U16 dreingjaliðið, umframt at hava arbeitt við U15-landsliðinum.

 

Komandi venjarin hevur fingið til uppgávu, at byggja eitt lið burturúr teimum leikarum, í hoyra til í vesturøkinum, í Vágum og Norðurstreymoy, skrivar heimsíðan.

 

- Vit ynskja at okkara ítróttarligu mál skulu røkkast, vit hava ein ítróttarligan stoltleika og vilja vinna hvønn dyst, men skal felagnum vera lívi laga, skal byggast breitt, við framtíðini fyri eyga. sigur formaðurin.

 

07 Vestur luttók í ár við út við 30 liðum og er tískil millum størstu feløgini í landinum. Felagið gjørdi eina royndaravtalu við SÍ og SÍF í fjør, har 07 Vestur yvirtók aldursbólkarnar frá 12 og niður. Hendan avtalan varð gjørd endalig í vár, og 07 Vestur skal framyvir varða av øllum liðunum í Sandavági og Sørvági.

 

-       Stóra undirtøkan í yngru deildunum gevur okkum eina trúgv uppá, at her vesturi hevur fóbóltspælið eina spennandi framtíð”, sigur Jarnhold Nattestad at enda.

 

07 Vestur liggur aftast í Effo-deildini og líkist einum niðurflytara.