Tað hevur ligið í kortunum, at Hegga Samuelsen skuldi vera odddamaður, tá ið 07 Vestur næsta kappingarár aftur fer at royna seg í fremstu røð, eftir at liðið síðani 2014 hevur verið í næstbestu deildini.
Nú er tað greitt, at 07 Vestur skal hava nýggjan venjara:
-Vit hav samráðst um at leingja samstarvið, men tað hevur ikki eydnast at finna semju, og harvið er tað greitt, at vit skulu hava ein annan venjara, sigur 07 Vestur á heimasíðu felagsins.
Tað var eftir niðurflytingina í 2013, at felagið setti Hegga Samuelsen at taka sær av besta liðnum. Nevndin hevði tá gjørt av, at liðið skuldi mannast við lokalum spælarum, og at ungdómsarbeiðið skuldi styrkjast. Á heimasíðuni 07vestur.fo verður sagt, at Hegga hevur gjørt eitt megnararbeiði, bæði í barna- og ungdómsarbeiðnum og sum venjari hjá besta liðnum. Lagt verður aftrat, at Hegga eigur stóran heiður fyri, at tað nú eru nógvir lokalir spælarar á besta liðnum.
Einki verður sagt um, hví tað ikki bar á mál í royndini at leingja samstarvið. Tá ið uppflytingin var veruleiki søgdu bæði Hegga Samuelsen og Hendrik T. Olsen nevndarformaður, at ætlanin var, at lokalir spælarar skuldu vera bulurin á besta liðnum, og at tað var neyðugt at fáa tveir ella tríggjar spælarar við royndum í bestu deildini at stuðla ungu monnunum.
Kallað er inn til eyka aðalfund sunnudagin sætta november. Eitt av málunum á skránni er val av nevnd. Tá ið uppflytingin var veruleiki, segði Hendrik T. Olsen, at hann ætlaði at leggja frá sær, eftir at hann í hesum umfarinum hevur verið nevndarformaður í tvey ár.