Óheftur brúkaramyndugleiki

Petur í Gong, Brúkarasamtakið

 

Í rokinum eftir tí horvna Brúkaraumboðsmanninum varð í vikuni hildin fundur í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi upprunaliga uppskotið til Marknaðarføringslóg.

Umframt smálutirnar, varð mest kjakast um, hvør skuldi umsita lógina. Tað var júst í hesum partinum, at Brúkarasamtakið hevði sett seg upp á tvørs.

Eftir fundin var greitt, at myndugleikin, ið sambært uppskotinum skal umsita lógina, skal vera óheftur av øðrum myndugleika, og hava sína egnu játtan. Uppskotið nýtir einans heitið Brúkaramyndugleiki, og fær hesin til uppgávu at navngeva seg sjálvan. At mann velur at hava høli saman við øðrum myndugleika meta vit bara sum kveikandi fyri starvshugin.

Sostætt kunnu vit í Brúkarasamtakinum vera nokk so nøgd. Eingin tvídráttur kann taka seg upp við onnur myndugleikaáhugamál, og samlaðar sparingar ganga ikki av sær sjálvum út yvir brúkaran.

Kortini hevði tað verið betur við einum veruligum Brúkaraumboðsmanni, ið var okkara umboð. Men sum er, er eingin politisk ætlan um upprudding í teimum fáu brúkaralógunum, sum vit hava. Hesar liggja í dag spjaddar millum fleiri ráð, og vil eg her mæla til, at allar slíkar lógir, so sum til dømis Keypilógin, Marknaðarføringslógin og Leigulógin verða fluttar í sama ráð, og umsitnar av einum Brúkaraumboðsmanni.

Víðari má sláast fast, at tað gevur onga meining at seta lógir í gildi uttan at seta av fíggjarliga orku at umsita tær. Tí má mælast frá at seta nýggju Kappingarlógina og Marknaðarføringslógina í gildi uttan at játta pening til tess.