Partamaður hansara Kristian Magnussen svarar aftur í útvarpinum, at hann ikki gongur inn fyri føroyskari grundlóg. Er tað tað sama sum, at javnarflokkurin ikki vil, at Føroyar skulu hava grundlóg í heila tikið?
Hesin arbeiðsháttur er ein av ársøkunum til at eg havi valt, at stilla upp til fólkatingsvalið. Vit hava flokkar og einstaklingar í flokkum, sum koma við mótsigandi og ørkimlandi boðum um líkt og ólíkt so, at ein til tíðir ikki skilir hví teir eru í einum flokki.
Men helst er tað taktikkur aftanfyri. Taktikkur klektur á danatingi fyri at føra fram á pall í Føroyum og grugga so mikið nógv, at fólk ikki vita hvat er upp ella niður.
Móti hesum virkar Tjóðveldi sum ein klárur viti við greiðum málum og ætlanum har gjøgnumskygni er ein hornasteinur.
Tjóðveldi vil við fólkaatkvøðu samtykkja føroyska grundlóg, ið ásetur stjórnarskipan Føroya, grundleggjandi rættindir og skyldur hjá øllum íbúgvum landsins.
Loysa okkum frá gomlum forðingum og politiskum bondum
Hetta er greið tala og røddin er Tjóðveleldi. Ikki einstakir persónar sum helst við duldari ætlan grugga viðurskiftini.
Men hvussu hongur hetta saman við, at vit vilja hava umboð á danating. Er tað nøkur meining í at sita har og lurta eftir donskum viðurskiftum og møguliga luttaka í donskum avgerðum.
Eftir drúgvum royndum er svarið, so løgið tað ljóðar, ja. Tað er júst á danatingi at ávísir flokkar og umboð úr Føroyum fáa sær íblástur. Tað er júst har, at ætlanir verða lagdar av dønum fyri, at verða borðreiddar av føroysku umboðunum í Føroyum á ein slíkan hátt, at fólk ikki rættuliga eru greið yvir hvat tað er tey hava gloypt fyrr enn bitin er svøldur.
Tí er tað so umráðandi við tí óhefta umboðinum. Tí hava vit tørvin á tí frælsu føroysku røddini og tí skal okkara umboð fanga ótespuligar ætlanir longu í stoypiskeiðini áðrenn tær byrja, at gerða skaða um seg í Føroyum.
31. okt. 2007