Ávísir samfelagsbólkar eru meiri útsettir fyri at verða ákærdir og dømdir enn aðrir, dómarar eru politiskt litaðir og ásettu leiklutirnir í rættarskipanini eggja til subjektiva døming, ikki objektivitet, eru bert nakrar av ákærunum frá granskarum, ið hava sína bakgrund í sosialsálarfrøðini. Onkrar av hesum ákærum eru eftirhondini rættuliga kendar, ímeðan aðrar eru minni kendar. Men ákærirnar ímóti modernaðu rættarskipanini eru í roynd og veru ein uppgerð við ráðandi fatanina av rættarskipanini sum ein neutralur instansur, ið objektivt vigar øll atlit sakligt og á jøvnum føti.
Tað er eftirhondini eitt væl grundað uppáhald, at menniskja ikki er ført fyri at skoða veruleikan objektivt. Vit eru øll litaði og sálarfrøðin hevur staðfest eina ørgrynnu av sonevndum »bias« – veruleikafatanum og fordómum – ið ávirka okkara møguleikar fyri at meta um tingini objektivt. Eitt klassiskt dømi úr sálarfrøðini er »confirmation bias«, ið sipar til ein íbornan hug til at tulka nýggja vitan og upplivingar, soleiðis at tær hóska saman við teirri vitan, vit longu halda okkum hava um eitthvørt. Men hvussu ávirka hesar tendensir møguleikarnar hjá dømandi valdinum at liva upp til síni neutralitets idealir?
Diskriminatión
er klassiska dømi
Statsvaldið vinnur á borgaranum – aloftast. Danski professarin í løgfrøði, Preben Stuer Lauridsen, hevur alment víst á, at í rættarmálum millum borgaran og tað almenna í Danmark, fær borgarin bert viðhald í 5 til 7 prosentum av málunum í einumhvørjum givnum ári. Sambært honum gevur hetta nakrar greiðar ábendingar um hvar loyaliteturin í seinasta enda liggur – hjá arbeiðsgevarinum. Er hetta beint, er talan um tvørrandi áhugamál ið elva til diskriminatión. Við øðrum orðum ber hagfrøðiliga til at siga, at tað í nógvum førum er rættuliga ósannlíkt at vinna í trætumálum við tað almenna.
Men summir samfelagsbólkar eru verri fyri enn aðrir. Klassiska dømi eru ovurfyltu fongslini í USA, har littir amerikanarar eru í stórum meiriluta í mun til hvítar amerikanarar. Hetta hóast amerikanska dómsvaldið sigur seg vera óheft. Men er orsøkin einfalt at hesi fremja størri brotsgerðir enn onnur? Ella eru myrkari frágreiðingar uppá spæl? Amerikanski professarin í løgfrøði, Michelle Alexander, ið hevur granska í rasistiskari diskriminatión, hevur víst á, at orsøkin til, at tað er torført at prógva rasistiska diskriminatión er, at hægsti rættur í USA hevur sum meginreglu, at tilvitað rasisma skal kunna prógvast áðrenn málið verður tikið upp.
Men sambært henni avdúka nógvu handtøkurnar, serliga í samband við rúsevni, eina greiða linju. Sonevnda »war on drugs« verður ført burturav mótvegis fátækum grannaløgum har serliga afroamerikanarar halda til, hetta hóast rúsevni eru eins vanlig millum hvíta miðalklassan. At júst hesi grannaløgini eru á dagsskránni hjá løgregluni er alt annað enn tilvildarligt, men avdúkar eina stereotypiska fatan av afroamerikanarum hjá dómsvaldinum, vil hon vera við.
Rættarskipanin er ideologisk
Á ein hátt er rættarskipanin jú sjónliga ideologisk, hon er grundað á moralsk virðir og hugsanir um rætt og skeivt, ábyrgd, persónsfrælsið og so framvegis. Sostatt slepst ikki undan ideologi. Men goymir politisk ideologi seg eisini á einum meiri duldum stigi? Sambært amerikanaranum Dan Kahan, professara í sálarfrøði og løgfrøði á Yale Law School, hevur ein røð av kanningum staðfest ein greiðan samanhang millum ideologiskar sannføringar og ítøkiligar rættarúrskurðir.
Sum dømi hevur hann víst á kanningar sum avdúka, at í málum sum snúgva seg um harðskap í hjúnaløgum, har endin hevur verið, at kvinnan hevur myrt mannin, er meiri sannlíkt, at dómarin ikki trýr at kvinnan hevur framt hetta í sjálvverju, um talan er um virðiskonservativar dómarar. Og øvugt, um talan er vinstrahallar dómarar, eru størri sannlíkindi fyri, at dómarin trýr kvinnuni. Frágreiðingin kann vera, at vinstrahall sum heild intuitivt taka størri hædd fyri sosialum umstøðum enn høgrasinnað. Men hvussu ávirkar ideologi støðutakan? Eru rættarúrskurðir ikki bert ein spurningur um bestu prógvini?
Til at greina hetta, hevur Dan Kahan víst á hægstarættarmál í USA, har stríð hevur tikið seg upp millum hægstarættardómarar um, hvørt statir í USA hava rætt til at krevja serlig statslig samleikaprógv frá veljarum tá teir skulu fara á val. Her gerst spurningurin fyri hægsta rætt: hvørji faktum eru avgerandi? Fer treytin at tilskila sær slík prógv at leggja óneyðugar byrðar á veljarar? Ella eru slík samleikaprógv neyðug fyri at verja ímóti valsnýti? Við øðrum orðum: Skulu størri atlit takast til – rættin at velja – ella áhugamálini hjá einstøku statinum at verja ímóti snýti? Men júst hvussu henda vigan av atlitum fer fram, er ikki ideologiskt óheft, vil hann vera við.
Tí samstundis sum dømi opinlýst er ideologiskt – demokratar bera ótta fyri at reglan setir fátækar veljarar í eina verri støðu, tí tað kann vera ein avbjóðing hjá teimum at fáa fatur á serligu samleikakortinum – vil Dan Kahan vera við, at ideologisk sannføring ávirkar sjálvan hugsunnarháttin hjá hægstarættardómarunum á einum ótilvitaðum stigi, ið teir sjálvir ikki eru varugir við. Sálarfrøðiliga frágreiðingin er, at fólk ótilvitað, men selektivt velja tulkingarmeginreglur ígjøgnum sínar ideologisku brillur.
Í førinum við samleikakortinum vilja høgrasinnaðir hægstarættardómarar intuitivt favorisera persónliga ábyrgd og »landaskil« og kravinum um samleikakort. Við øðrum orðum vil Dan Kahan vera við, at ideologiskir munir einfalt eru íbornir eginleikir í okkara heilum, og tískil vilja lita allar avgerðir vit taka.
Yvirspæla sín leiklut
Rættarmál eru grundað á væl tilskilaðar sosialar leiklutir, við ákærum, verjum, dómarum, ákærdum og nevningum, har hvør einstakur av hesum spælir sín serstaka leiklut. Opinlýsti kritikkurin hevur sjálvandi verið at víst á, at bæði umdømislig og fíggjarlig áhugamál ofta standa uppá spæl í einum rættarmáli. Bæði verji og ákæri hava greið áhugamál í at vinna eitt rættarmál. Men spurningurin er, um leiklutirnir sjálvir ávirka sjálvan førleikan til at hugsa objektivt ella neutralt?
Kanningar ið væl kendi týski Max Planck granskingarstovnurin hevur staðið fyri, avdúka ígjøgnum eina røð av eftirgjørdum rættarsakum – har luttakarar hava fingið løn fyri at spæla ávísan leiklut – at eisini aftaná simuleraðu rættarsøkirnar, hava fólk sum heild hug at halda fast við sínari tulking av rættarmálinum og úrskurðinum. Professararnir Andreas Gløckner og Cristoph Engel, ið stóðu fyri kanningini hava í síni frágreiðing víst á, at leiklutirnir í sær sjálvum eggja til selektiva próvførslu og frammanundan skaptar niðurstøður.
Í veruligu rættarskipanini, har verulig umdømis og fíggjarlig áhugamál standa uppá spæl, er gerandiskostur hjá ákærum og verjum at spáa um møguleikarnar fyri at vinna eina rættarsøk áðrenn hon fer ígongd. Tulkingin hjá teimum báðum professarunum er, at tá ein slík meting verður gjørd, er vandi fyri at fólk vera »fangað« í einari tulking av málinum, ið ótilvitað elvir til selektiva tulking av møguligum prógvum og ábendingum. Umframt at trúgvin uppá egnan tulkingarmátt, økir enn meiri um selektivitetin.
Sambært teimum báðum hevur hetta stóran týdning fyri løgfrøðina og rættarskipanina sum heild, tí at kanningin avdúkar, at givnir leiklutir í roynd og veru ávirka háttin fólk hugsa, og fær tey at viga møguligt próvtilfar selektivt, umframt møguliga at yvirmeta sínar møguleikar at vina. Afturat hesum kemur so beinleiðis fíggjarliga og umdømisliga drívmegin til at vinna eitt rættarmál, ið aftur ávirkar førleikarnar at hugsa objektivt.
Stóri spurningurin granskarar hava sett til framtíðina er sjálvandi, um vit onkunsvegna kunnu skipa rættarskipanina soleiðis, at hon fyribyrgir ávirkanina av »íbornum menniskjanligum tendensum«, ið tykjast spilla spælið og óheftnis ímyndina av rættarskipanini.










