Óheft nevnd skal býta kvotur

Gongur tað, sum tann grønlendska landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Ane Hansen, ætlar, so skal landsstýrið lata frá sær rættindini at býta fiskikvotur Ta uppgávuna skal ein óheft nevnd hava, sigur Ane Hansen, sum samstundis ætlar at kanna møguleikarnar fyri at lata játtaðar kvotur galda fleiri fiskiár.

Landsstýriskvinnan sigur við kringvarpið KNR, at verandi skipan við árligum kvotum er trupul og forðar vinnuni at menna seg.

Eftir ætlanini hjá Ane Hansen skal landsstýrið framvegis áseta heildarkvoturnar fyri tey einstøku fiskasløgini, sum verða grundaðar á burðardygga veiði. Síðani skal tann óhefta nevndin gera av, hvussu kvoturnar skulu býtast, sigur hon.