Óheft av fíggjarligum áhugamálum

Formaðurin í Kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen, varð kunnaður, áðrenn avgerð varð tikin um at strika skránna hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið.

Og hann tekur undir við avgerðini hjá Kringvarpsstjóranum.

- Kringvarpið er ein public service stovnur, og tað vilja vit gjarna verða fyri alt fólkið.

- Og hartil er tað eisini okkara skylda, at vit eru óheft av fíggjarligum áhugamálum. Í hesum føri kann tað hugsast, at eksterni veitarin av SvF-signlainum, Televarpið, vildi fingið kappingarfyrimun fram um aðrar veitarar. Og tað er eitt mál, sum Kringvarpið ikki vil dragast uppí, sigur Rúni Heinesen.