Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Nei, tað gjørdi eg ikki.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Eg eri langt frá komin so langt enn. Eg plagi vanliga at ynskja mær ymiskt, men sovorðin ynski seti eg mær fyri tað mesta frá degi til dags. Tey ynskini kunnu vera alt millum himmal og jørð - t.d. ynski eg mær næstan hvønn dag at fáa húsini rein, men tað verður sjálvdan gjørt. So júst hetta kundi kanska verið mítt næsta nýggjárslyfti, men, sum sagt, so seti eg mær ikki nakað serstakt ynski júst á nýggjárinum, men heldur so hvørt gjøgnum árið.