Hedvig og Magni í Smiðjuni

Í dag letur ein framsýning hjá Hedvig Jóhansdóttir og Magna á Lakjuni upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Evnið á framsýningini er ?frælsi?. At tora, at síggja, at liva, at vera. Frælsi til at tora at hyggja upp og møta veruleikanum sum hann er. Frælsi til at sleppa stúranum, iva og vónloysi og tora at njóta núið.

Málningarnir eru ymiskir men fortelja á egnan hátt hugsanir um frælsi. Magni nýtir djúpar bláar og grønar litir, og Hedvig nýtir m.a. strussin og kolasjur í síni myndatalu. Framsýningin letur upp í dag kl 16.30 og heldur fram til týsdagin kl 18.