Hedvig Johansdóttir í Leikalund

Leygardagin 3. februar letur listaframsýningin “Júst her...Júst nú” við Hedvig Johansdóttir upp í Leikalund í Klaksvík.

Hedvig er 32 ára gomul og er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Hon er búðsitandi í Kunoy saman við familjuni, hon gift við Erling Høgnesen og saman eiga tey tvey børn.
 
Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur við sergrein innan list í arbeiðinum við menniskjum, sum hava tað torført á ein ella annan hátt. Hon hevur gingið á Kunstskolen i Hillerød í 1997 og á Ballerup Seminariet 1997- 2001. Hedvig fór í læru hjá Kára Svensson 2000, og í 2003 gekk hon á Billedskolen á Jagtvejen í Keypmannahavn.
 
Hedvig hevur áður havt fleiri framsýningar, hon hevur eitt nú stillað sína list út á hesum støðum: Várframsýning í Listaskálanum - ólavsøkuframsýningar í Listaskálanum - Føroyahúsið á Vesterbrogade - Smiðjan í Lítluvík - Snarskivan í Tórshavn - Café BankERot í Keypmannahavn og Café Jinx í Tórshavn.
Framsýningina hesaferð í Leikalund hevur Hedvig valt at kalla ”Júst her… júst nú”. Íblásturin til málningarnar eru úrslit av, hvussu stórt tað er liva og uppliva, júst í dag, vitandi um hvussu nógv lættari tað er, at liva í dreymaverðini.  Hetta at tora at knýta bond, elska, virka, grína, gráta, handla……ja liva við øllum teim ”feilum”, sum nú einaferð eru partur av júst okkara veruleika.
Hedvig arbeiður við akryl og dámar væl at eksperimentera. Málningarnir eru abstraktir, men geva tó týðuliga hóming av menniskjum í ymiskum skapilsum og støðum.
Fernerisering verður leygardagin 3. feb. kl. 15.00 og framsýningin heldur fram mánaðan út.
 
Upp –og afturlatingartíðir hjá Leikalund: Mánadag-Fríggjadag 10.00-20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd