Heðin verður á turrum

Borgarstjórin í Havn heldur tað vera eitt fjákut rák, sum hevur tikið seg upp, nú fólk kring alt landið leypa á blámann

Seinasta rákið við nomineringum á Facebook er, at fólk bjóða hvørjum øðrum av í kynstrinm at leypa á blámann.

Herfyri var tað borgastjórin í Klaksvík, sum átti tørn, og eftir at hava verið á sjógvi, sendi hann avbjóðingina víðari til borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen.

Men Heðin Mortensen ger greitt, at hann ætlar sær ikki útí. Hvørki í gomlu Hoyvíkini ella í Sandágerði. Hetta ger hann greitt á heimasíðuni hjá býráðnum, har hann heldur, at fólk skulu sláa kalt vatn í blóðið.

- Eg havi fingið eina áheitan um páskirnar. Men eg haldi ikki, at tað er rætt at leika soleiðis í. Hetta kann enda við, at onkur kemur illa til skaða. Tí taki eg ikki av hesi avbjóðing.


Borgarstjórin vísir á, at hann altíð er til reiðar at taka ímóti avbjóðingum, men hann heldur ikki, at tað er rætt at leypa framav, bara tí eitt rák tekur seg upp.

 

- Mær hevur altíð dámað væl at kappast og geri tað framvegis. Men tað, sum vit síggja nú, haldi eg er fjákut. Vit politikarar hava eisini eina ábyrgd at hugsa okkum væl um og ikki handla í óðum verkum. Tí verði eg verandi á landi, sigur Heðin Mortensen á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.