Heðin stýrir øllum

Fyrrverandi borgarstjóri í Havn heldur at eftirmaðurin Heðin Mortensen minnir mest um ein einaræðisharra við sínum leiðslustíli. Jan Christiansen øtast yvir, at tað er 170 milliónir dýrari at reka høvuðsstaðin í dag enn fyri 10 árum síðani.

 

Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, heldur at eftirmaðurin Heðin Mortensen minnir mest um ein einaræðisharra við sínum leiðslustíli.

- Ja, og eg haldi eisini, at diktatur er besta stýrið, ið finst, um tú hevur rætta mannin til tað. Tess færri, ið eru um at taka avgerðirnar og fremja tær í verki, tess effektivari og skjótari gongur alt fyri seg. Í so máta er Heðin væl egnaður. Men tað er bara tað við tí, at diktatorar hava tað við at gloyma uppgávuna og veruliga málið, tá teir hava sitið í nøkur ár, og byrja at hugsa meira um seg sjálvar og sítt vald, sigur Jan Christiansen í samrøðu við Sosialin ídag.

Jan Christiansen øtast yvir, at tað er 170 milliónir dýrari at reka høvuðsstaðin ídag, sammett við fyri 10 árum síðani. Raksturin var 312 milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri 2004, sum var seinasta árið hjá Jan Christiansen sum borgarstjóri. Í fíggjarætlanini fyri 2014 er raksturin komin upp á 480 milliónir. 

Jan Christiansen undast á, at býráðið herfyri samtykti eina fíggjarætlan, sum býráðið samstundis sigur seg vilja endurskoða longu eftir nýggjár.

 

- Á pappírinum ljóðar tað so væl, at øll eru so samd so samd, og fíggjarætlanin varð einmælt samtykt. Men at tey eru samd merkir, at tey øll eru samd við Heðin. Henda støðan tykist prógva, at um tú ikki hevur eina aktiva andstøðu, so sleppir alt at koyra eftir høvdinum á tí eina manninum, sum bestemmar alt, sigur Jan Christiansen.

- Sum eg síggi tað, so er tað Heðin Mortensen, sum bestemmar alt 100 prosent. Ongin torir at muta ímóti honum av ótta fyri at verða sett uttanfyri. Onkuntíð síggja vit onkran sprella eitt sindur, men tað er bara spæl fyri gallarínum. Nevndarsessirnir geva eftir øllum at døma ov nógv til, at nakar vil seta nakað upp á spæl, sigur Jan Christiansen.

 

Les meira um málið í Sosialinum ídag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.