HB vann 2-0 á Skála í einum heldur linligum dysti í Gundadali í dag.
Høvuðsvenjarin hjá HB er nøgdur við, at hansara spælarar greiddu málsetningin við at vinna ímóti Skála, men hann heldur ikki, at talan var um ein serliga kappingarføran dyst, har Skála valdi at parkera bussin, sum tikið verður til á fótbóltsmáli.
Málverjin hjá Skála, Súni Ernstson viðgongur, at teir høvdu eitt verjukent útgangsstøði, har eitt ógvuliga skert Skála-lið royndi at sleppa úr Gundadali við einum heiðurligum úrsliti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Heðin Askham og Súni Ernstson høvdu at siga í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.