Heðin Mortensen, borgarstjóri, í maskinuni, setti fyrsta grabban í gamla HB húsið

Heðin rivið gamla HB-húsið niður

So mátti gamla HB húsið í Gundadali dvína

Heðin Mortensen, borgarstjóri, í maskinuni, setti fyrsta grabban í gamla HB húsið

Gamla HB húsið í Gundadali, sum seinastu árini hevur verið nevnt Bridgehúsið, verður nú tikið burtur. Tað var í sínari tíð bygt niðan fyri fótbóltsvøllin í Gundadali, sum nú verður nevndur niðari vøllur.

 

Sum Tórshavnar kommuna skrivar – »Men hetta er jú gamla HB-húsið, sum HB’arar í sveittabroti bygdu mitt oman á Havnará í sekstiárunum.«

 

Her hava nógvir góðir menn hildið til, her eru nógvir sigrar komnir í hús – og tað sást aftur í morgun, tá borgarstjórin skuldi standa fyri niðurrívingini av húsinum.

 

Hópatals gamlir HB’arar vóru møttir at gráta og flenna og reypa og at siga gamla húsinum farvæl.

 

– Ein góð og hugnalig løta, nú nýtt Bridgehús er komið upp hinumegin vegin, og gamla HB-húsið verður partur av stásiliga nýggja og opna torginum uttan fyri Tórsvøll, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Á bólkinum »Fyri tey sum halda við HB« á Facebook skriva tey soleiðis:

 

So varð sagt farvæl við gamla HB-húsið í morgun. Meðan HB helt til her, vórðu meistaraheitir í bestu mansdeildini vunnin í 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988 og 1990.

 

Eisini vann HB steypakappingina í 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989 og 1992, áðrenn flutt varð í verandi HB-hús í 1993.

 

Tilsamans 9 meistaraheitir og 15 steypakappingar

 

Myndir: Tórshavnar kommuna

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, í maskinuni, setti fyrsta grabban í gamla HB húsið