Heðin og Tróndur skjóta fyrsta skotið

Klokkan 11 í dag verður fyrsta skotið latið av til Húsareynstunnilin, ið skal føra nýggja innkomuvegin til Havnar av Villingadalsvegnum og út í Marknagil.

Í hesum sambandi verður hátíðarhald við endan av Villingadalsvegnum við røðum, og eisini fer Havnar Hornorkestur at spæla.

Tað er byggifyritøkan ArtiCon, sum hevur arbeiði um hendi, bæði arbeiðið at gera vegin og at gera tunnilin undir Húsareyn, Húsareynstunnilin.

Seinastu tíðina hava teir arbeitt við at gera tunnilsmunnan kláran í norðara enda, sum er við Villingadalsvegin. Ella rættari, tunnilsmunnin norðan fyri verður undir Villingadalsvegnum. Vegurin er grivin av og lagdur í ein boga, meðan arbeitt verður við tunnilsmunnan. Tá arbeiðið er liðugt, verður Villingadalsvegurin lagdur upp á pláss aftur, og tá verður vegurin oman á sjálvum tunnilsmunnanum.

Sunnari tunnilsmunnin verður við ríðibreytina í Marknagili vestan fyri Hotel Føroyar, og tunnilin verður 2200 metrar til longdar.

Grótið, sum kemur úr tunlinum, verður brúkt til innkomuvegin.

 

##med2##

Skráin til hátíðarhaldið er hendan:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Tróndur Sigurðson, formaður í teknisku nevnd heldur røðu

Dennis Holm, landsstýrismaður, flytur fram heilsan

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, trýsta á knøttin til fyrsta skotið av Húsareynstunnlinum.

Eftir hátíðarhaldið verður drekkamuður at fáa á staðnum.

 

Teir gera klárt at skjóta fyrsta skotið. Tað verða Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fáa heiðurin at trýsta á knøttin og lata fyrsta skotið av