Í sambandi við at drotningin fyllir 75 ár, er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og formaður í Føroya Kommunufelag, og konan, Hjørdis boðin til føðingardagshald í Musikkhúsinum í Aarhus, mikukvøldið 8. apríl.
Tað fortelur Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi nú á miðdegi.
Talan er um eitt stórt hátíðarhald og á skránni er bæði tónleikur, sangur, dansur og annað undirhald. Nøkur av teimum, sum fara at framføra, eru Anne Linnet, Rasmus Seebach, amerikanarin, Josh Groban, og dansarar frá kongaligu ballettini.
TV 2 er við til at fyriskipa tiltakið og støðin fer at senda beinleiðis frá øllum føðingardagshaldinum í Musikkhúsinum hetta kvøldið, har sjónleikarin, Nikolaj Lie Kaas, verður frásøgumaður.
Eftir framførslurnar, er Drotningin vertur fyri einum døgurða, sum eisini verður í Musikkhúsinum. Alt kongshúsið er umboðað, og innbodnu gestirnir eru bæði úr Danmark og úr útlondum.
Tað er sum formaður í Føroya Kommunufelag og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at kongshúsið hevur boðið Heðini Mortensen og konuni Hjørdis til føðingardagshaldið, sigur Tórshavnar kommuna.










