Beint aftaná dystin millum HB og ÍF á ovara vølli í Gundadali, sum HB vann 3-1, fekk Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham, og høvuðsvenjaran hjá ÍF, Albert Ellefsen.
Heðin Askham var nøgdur við gongdina í fyrra hálvleiki, tá HB var á odda 3-1, og ikki minst við leikliga avrikið hjá veteraninum, Andrew av Fløtum. Men Heðin heldur ikki, at avrikið í seinna hálvleiki var nøktandi.
Albert Ellefsen var væl nøgdur leikliga við seinna hálvleik, tá ÍF skapti nógvar málmøguleikar, sum teir ikki megnaðu at gagnnýta, og tað iðrar Albert seg um.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Heðin Askham og Albert Ellefsen. Fremst hoyrist frásagnin hjá Tróndi av 2-1 og 3-1 málunum hjá HB. Ólavur Larsen var viðmerkjari.