Í morgun verða Heðin Mortinsen og Matthew Workman gestir í sendingini Breakfast, sum verður send frá Smyrjibreyðsbúðini kl. 10-11.
Seinni í sendingini Vikuskifti kl. 13-15 fáa vit nógvar gestir í rásarúmið, millum annað fáa vit vitjan av Sóley Danielsen, sum kemur at tosa um leikin Óðins Eyga. Sjálvandi spæla vit eisini eina rúgvu av góðum tónleiki.
Minst til at vit avdúka vinnararnar av atgongumerkjunum til Tórsfest í Vikuskiftissendingini.
í dag er Annika Kunoy Im vertur og Mark Joensen tøkningur










