Heðin Mortensen setti ovastevnuna

Bryggjan var stúgvandi full av fólki, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, í dag setti árligu ovastevnuna í Nólsoy. Sólin skein bæði oman og niðan, meðna Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna. Í setanarrøðuni segði Heðin Mortensen millum annað, at nólsoyingar eru serstakir, teir hvíla í sær sjálvum og hava eitt sera fleirtáttað felagslív.

 

Tað er altíð gott at koma til Nólsoyar, serliga ein dag sum í dag. Ferðasambandið er so sera gott í dag, og Heðin Mortensen helt, at ferðasamband til høvuðsstaðin hvønn tíma eiga vit at sígga fram móti. Heðin Mortensen nevndi eisini spírandi ferðavinnuna í oynni, sum rættiliga hevur ment seg. Borgarstjórin sló fast, at summarið er ikki fullkomið, fyrrenn tú hevur verið á ovastevnu.

 

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu, sum er nærum einasta summarstevna, sum hevur verið í ár. Veðrið er av tí allar fagrasta og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Árliga regattasiglingin í Sundalagnum endar eisini í Nólsoy í dag. Eftir at hava siglt av Eiði umvegis Hósvík liggja nú einir 80 bátar við bryggju í Nólsoy.

 

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”.

 

##med2##

 

##med3##