Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, boðar í dag frá, at hann stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.
-
Eg havi játtað at stilla upp, tí Havnin er ov veikt umboðað á Løgtingi, boðar borgarstjórin í Havn frá í tíðindaskrivi.
Heðin Mortensen sigur, at hann sum løgtingsmaður sjálvandi fer at umboða alt landið. Kortini eru umstøðurnar hjá Tórshavnar Kommunu ein orsøk til, at hann stillar upp.
- Vit hava í áravís ligið í stríði um fleiri ítøkilig mál, eitt nú um innkomuvegin til høvuðsstaðin, sum skal gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin. Harumframt harmar tað okkum at síggja ta miðvísu niðurlaðingina av almennum stovnum í Havnini. Sum dømi kann eg nevna Landssjúkrahúsið og Vinnuháskúlan. Eg haldi sum heild, at tað mangla røddir, sum vilja høvuðsstaðnum væl, í løgtinginum. Vit byggja einki upp við at laða nakað annað niður. Land og høvuðsstaður skulu styrkja hvørt annað – ikki vera mótsetningar, sigur Heðin Mortensen í tíðindaskrivinum.
Heldur fram sum borgarstjóri
Heðin Mortensen boðar eisini frá, at verður hann valdur í Løgtingið, hevur hann ongar ætlanir at gevast sum borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
- Eftir løgtingsvalið havi eg bert eitt ár eftir av hesi setuni sum borgarstjóri. Tað árið megni eg saktans at røkja bæði størvini, tað er bara ein spurningur um raðfesting, sum tað er hjá øllum hinum kanska 10 borgarstjórunum, sum eisini stilla upp, sigur hann.
Heðin Mortensen stillaði eisini upp til til løgtingsvalið í 2008 fyri Javnaðarflokkin. Tá fekk hann 207 atkvøður.
Heðin Mortensen varð valdur í Løgtingið í 1998 fyri Sambandsflokkin, og sat hann í Løgtinginum fram til 2004.