Heðin Mortensen rennur undan ábyrgd

Hetta vísir bara, hvussu lítil ryggur er í Heðin Mortensen, sigur Bogi Andreasen

– Heðin Mortensen spælir fríspæl. Hann rennur undan ábyrgd. Eg havi spurt meg fyri hjá fyrrverandi formanninum í vinnunevndini, Sjúrði Olsen, tí eg var ikki limur í vinnunevndini í seinasta býráð. Sjúrður Olsen sigur, at Heðin Mortensen hevur verið á fleiri fundum um málið um havnarlagið á Sundi.

 

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

– Tí er hatta ikki reelt, sum Heðin Mortensen nú ger, og tað, at hann og andstøðan ikki vildu atkvøða, tá málið um at broyta byggisamtykinta var fyri. Hatta ger hann bara fyri at renna undan ábyrgd, sigur Bogi Andreasen.


Les eisini: Als ikki neyðugt at leggja grótið á Sundi

 

– Hetta er eitt mál, sum hann sjálvur hevur koyrt ígjøgnum býráðið, og so vil hann ikki atkvøða. Hetta vísir bara, hvussu lítil ryggur er í Heðin Mortensen, sigur Bogi Andreasen.

 

– Heðin Mortensen veit væl, at tey økini, hann tosar um at brúka grótið, so sum innkoyringarvegur og kaldbaksverður, ikki er reelt. Hatta er bara fyri at sleppa sær undan ábyrgd, sigur Bogi Andreasen.

 

Hann vísir eisini á, at tað er stórur tørvur á vinnuøki við sjógvin í Tórshavnar kommunu. Økið á Sundi var frammanundan avlagt til vinnu, og tí var tað so upplagt at víðka tað økið, heldur hann.

 

– Vit hava ikki nógv vinnuøki við sjógvin. Hetta málið er avgreitt og verður ikki broytt. Bilarnir fara at koyra fyrsta dagin, sigur hann.

 

Bogi Andreasen leggur dent á, at øll í býráðnum hava verið fyri hesum máli. Hann viðgongur, at tað var ein feilur, at gamla býráðið ikki legði málið fyri staðbundnu nevndina fyri Kaldbak.

 

Spurdur um nøkur avtala er um vinnuvirksemi, svarar Bogi Andreasen, at tey hava eina konkreta umsókn um aling á landi á Sundi.