Heðin Mortensen fær neyvan sín vilja

Nógv bendir á, at krøvini hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við Eysturoyartunnilin, verða ikki gingin á møti

 

- Vit kunnu ikki gera alt ísenn.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Nú ætlanin er at gera Eysturoyartunnil, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, boðað frá, at Tórshavnar Býráð krevur, at nýggir vegir inn og út úr Havnini skulu vera lidnir samstundis sum tunnilin, tí annars stúrir býráðið fyri ruðuleika í ferðsluni.

 

Og tá ið tingið viðgjørdi undirsjóvartunlarnar hósdagin, vildi Kristina Háfoss hava at vita frá landsstýrismanninum, hvør ætlanin er á hesum økinum, og um ætlanin er at framskundað íløgurnar í nýggjar innkoyringarvegir í Tórshavn.

Tað heldur hon er neyðugt fyri at fáa fulla nyttu av tunlinum.

 

Jørgen Niclasen staðfestir, at tað ber ikki til at gera alt ísenn.

Løgtingið hevur samtykt at játtað nakað av pengum til innkoyringarvegirnar til Havnar í ár.

 

Men so verða ikki meiri peningur játtaður til endamálið fyrrenn í 2018 og verður sett av í nøkur ár fram.

 Tað er um tað mundi, Eysturoyartunnilin verður liðugur.

 

- Skal tað broytast, mugu onkrar aðrar íløgur víkja, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at samgongan hevur lagt dent á, at íløgur skulu eisini gerast í skúlar, bústovnar, sjúkrahús og annað.

 

- Eg haldi ikki, at tað er rætt at útseta hesar íløgurnar fyri at taka innkoyringarvegirnar til Havnar frammum, sigur hann.

 

- Útgangsstøðið er, at vit halda okkum til tað, sum er samtykt. Tí fer tað at draga eitt sindur út við íløgunum í vegir í sambandi við Eysturoyartunnilin, sigur Jørgen Niclasen.