Heðin Mortensen er nú riddari av Lítlu Dímun

Hann hevur eisini lovað at vitja oynna, tá ið høvið býðst

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er nú sligin til riddara av Lítlu Dímun

 Tað hendi á samkomu á Ráhúsinum í Havn í dag.

Hvalbingar hava havt dímunardagar í SMS í Havn og har var ein fjallstavur burturlutaður.

Og tað bar ikki mætari á, enn at tað varð borgarstjórin sjálvur, sum vann stavin.

Stavurin varð handaður honum á ráhúsinum seinnapartin og tað høvi nýttu hvalbingar eisini til at sláa hann til riddara av Lítlu Dímun av ovastu rók.

Tað var Martin Eið, sum fekk heiðurin at gera borgarstjóran til riddara.

 Borgarstjórin fekk eisini heiðursbræv og kvittaði við lyfti um at vitja í Lítlu Dímun, tá høvið býðst.

Stavin vann hann fyri at gita, at stavrurin, sum var 189,1 sentimetrar.