Heðin Mortensen besti leikari í Counter Strike

– Tað var Heðin Mortensen á liðnum Stole Your Glory, ið vann Vodafone virðislønina, sum besti leikari í FM finaluni í Counter Strike Global Offensive. 15 ára gamli havnarmaðurin fekk vinningin, eitt árshald frá Vodafone í handlinum hjá Vodafone í SMS.

 

– Heðin Mortensen, ið spælir undir navninum HMonster, ið verður mettur sum eitt av stjørnuskotunum í føroyska gamingumhvørvinum, var sannførandi besti leikari í kappingini, skrivar Vodafone á heimasíðuni.

 

Í flestu lyklatølum var hann langt fremstur. Hann drap 147, ið vóru 18 fleiri enn nakar annar í kappingini. Hann skaddi aðrar leikarar 15.209 stig, tað er 2.194 fleiri enn nakar annar megnaði og ikki færri enn 501 ferðir rakti hann ein annan leikara, tað vóru 61 ferðir fleiri enn nakar annar. 63 ferðir megnaði hann sokallaði headshots, tað vóru 9 fleiri enn nakar annar.

 

Tað var Esport.fo sum í samstarvi við Vodafone, ið skipaði fyri FM finaluni í Counter Strike Global Offensive í hølunum hjá Vodafone í Havn.

 

Vodafone hevur gjørt eitt videoinnslag, sum sæst við at trýsta á pílin á myndini.

 

Seinastu mánaðirnar hevur innleiðandi landskapping verið í A Deildini, ið er besta Counter Strike deildin í Føroyum. Seks lið eru í bestu deildini og komu tey fýra fremstu í finaluumfarið, ið varð hildið leygardagin tann 10. desember.

 

Stole Your Glory og Nice Guy$ vunnu hvør sína hálvfinalu og brustu saman í finaluni. Finalan, millum hesi bæði bestu liðini í Føroyum, gjørdist spennandi. Men, endaligi vinnarin gjørdist, liðið hjá Heðini Mortensen, Stole Your Glory, ið vann 3-1.