Heðin Mortensen: Álvarsligar skuldsetingar frá landsstýrismanni

Borgarstjórin í Havn vætnar, at landsstýrismaðurin greiðir nærri frá, hvat hann sipar til, tá hann sigur, at persónlig sambond gera av, hvør fær arbeiði frá Tórshavnar kommunu

Tað var í Frihedsbrevet í gjár, at Bjarni Kárason Petersen soleiðis um Tórshavnar kommunu: »Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur«

– Hetta eru sera álvarsligar skuldsetingar, ið landsstýrismaðurin í lógarmálum kemur við, tá hann í miðli er endurgivin fyri at siga, at tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær uppgávur hjá kommunum, millum annað Tórshavnar kommunu.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, um illgitingarnar frá landsstýrismanninum í kommunumálu, Bjarna Kárason Petersen, í Frihedsbrevet í gjár.

Les eisini: Landsstýrismaður: Persónlig sambond leska ArtiCon

– Tí vænti eg, at landsstýrismaðurin alment greiður nærri frá, hvat tað er, ið hann sipar til við hesum álvarsligu skuldsetingunum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.