Heðin Klakstein hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot hjá KÍ í ár. Vandamikli kantspælarin er toppskjútti hjá Effo-liðnum, og umframt tey 10 málini, sum hann hevur skotið, hevur hann átt næst seinasta fótin á fimm øðrum málum.
Í gjár kundu klaksvíkingar so fegnast um, at Heðin hevr skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2016. Og tað gjørdi neyvan dagin verri, at hetta varð gjørt á111 ara føðingardegnum hjá felagnum.
Sambært faroesoccer.com hevur Heðin Klakstein spælt 83 dystir fyri besta mansliðið hjá KÍ. Hann hevur skotið 18 mál í hesum dystunum.










