Heðin leggur kongin

Høvuðsvenjarin hjá HB leggur frá sær

Høvuðsvenjarin hjá effoliðnum hjá HB, Heðin Askham hevur lagt frá sær.

 

Heimasíðan hjá HB hb.fo skrivar soleiðis um orsøkina: "Havnar Bóltfelag skal við hesum boða frá, at sum avleiðing av ivasomu gongdini hjá besta liðnum í ár, hevur høvðusvenjari okkara, Heðin Askham, valt at leggja frá sær.Hóast HB, við Heðini sum venjara, í fjør megnaði at ganga fram í stigum, rakk hetta bert til eitt silvurpláss. Í ár hevur ikki ligið so ræði fyri og í skrivandi stund eru vit á einum klønum fjórða plássi.Tó at stigini í fjør blivu fleiri enn FM árið 2013, hevur tíðin hjá Heðini verið merkt av, at fleiri av berandi kreftunum á besta liðnum hava verið uttanfyri við skaða.Henda støðan, saman við at vit hava mist markantar spælarar úr felanum, hava gjørt uppgávuna enn torførari.Vit í Havnar Bóltfelag vilja hervið takka Heðin Askham fyri hansara íkast og ynskja honum alt tað besta framyvir á leiðini." skrivar Jónfinn Petursson á hb.fo