TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham aftaná 0-0 dystin hjá HB ímóti FC Suðuroy.
Heðin harmast, at tað ikki gjørdist talan um trý stig til HB í dag. Hann hevði væntað sær meiri, ikki minst aftaná eina frálíka viku, har venjingarnar gingu framúr væl.
Hóast HB er átta stig aftanfyri B36, seks stig aftanfyri NSÍ og fimm stig aftanfyri Víking, so hevur Heðin ikki givið upp í FM-stríðnum. So leingi møguleikin er har fara teir í HB at stríðast fyri honum, og eitt pláss í Evropa verður so eitt minstakrav hjá HB.










