Víkingur kunngjørdi í vikuni, at teir hava longt sáttmálan við U21 landsliðsspælaran, Heðin Hansen, og venjaran Sigfríða Clementsen. Í eina tíð hevur ljóðað, at HB vóru áhugaðir í at fáa Heðin Hansen til felagið. HB stendur til at missa fleiri spælarar sum eitt nú Kristin R. Mouritsen og Heina Vatnsdal.
Les eisini: Heðin heldur fram í Víkingi
Víkingur gjørdi tó skjótt av og gjørdi ein nýggjan sáttmála við Heðin, sum av álvara hevur fingið seg royndan í ár. Hann hevur spælt yvir 30 dystir fyri Víking á ár.
Les eisini: Sigfríður heldur fram
Tað er einki undarligt í, at Víkingur nú hevur longt við venjaran Sigfríða Clementsen. Felagið hevur skriva søgu í altjóða samanhangi, tá teir komu heilt til triðja umfar í Europa League, felagið hevur vunnið steypafinaluna og liggur til at blíva nummar trý, við einum møguleika at blíva nummar tvey.