Heðin gleðir seg til Swanga

- Eg gleði meg serliga nógv til Swanga sum mær dámar øgiliga væl, og so eisini Eivør og Týr, sigur borgmeistarin..

Tórshavnar kommuna hevur verið við til at at standa aftanfyri Frigg festivalinum frá byrjan av, og tískil er Heðin Mortensen komin allan vegin til Keypmannahavnar at stuðla festivalinum. - Eg gleði meg serliga nógv til Swanga sum mær dámar øgiliga væl, og so eisini Eivør og Týr, sigur borgmeistarin, ið er komin at njóta allan tann góða tónleikin saman við konu síni. Tórshavnar kommuna hevur eisini ein bás á festivalinum. Endamálið við hesum er at fáa eitt orð á tey lesandi niðri, og tosað við tey um møguleikan til at koma heim aftur til Føroyar.

- Tað er ein breið vifta av tónleiki, og tú kemur eisini at hoyra bæði grønlendskan og íslendskan tónleik, og eg haldi tað er gott at vit standa saman um eitt tílíkt tiltak, sigur Heðin ið leggur afturat at Tórshavnar kommuna hevur staðið saman við Nuuk og Reykjavík um at stuðla tiltakinum.

Heðin er eisini sera væl nøgdur við festivalin higartil.

- Eg haldi at Frigg festivalurin er komin fyri at verða. Fólk koma og fara alla tíðina, og eg haldi at tað serliga er umhvørvið ið ger at hetta eydnast so væl, sigur Heðin Mortensen.