Heðin: Fingu rætta uppá tað í 2. hálvleiki

Høvuðsvenjarin hjá KÍ fegnast um hugburðin, hóast enn eitt tap

HB leggur framvegis trýst á oddasessin hjá B36, aftaná 2-1 sigurin á KÍ norðuri í Klaksvík. KÍ var á odda 1-0 í steðginum.

 

Høvuðsvenjarin hjá HB, Heðin Askham er ikki nøgdur við fyrra hálvleik, men hann heldur, at seinni hálvleikur var munandi betri hjá HB.

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein er nøgdur við hugburðin og leikliga avrikið, ikki minst sæð í ljósinum av, at nógvir av teimum føstu spælarunum hjá KÍ ikki vóru tøkir í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Eyðun Klakstein og Heðin Askham søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur".