Sundalagsstevna, sum verður hildin í Hósvík vikuskiftið 13.-15. juni, er hin næsta í røðini av summarstevnunum. Tað eru tær báðar bygdirnar í Sunda kommunu, Hósvík og Hvalvík, sum saman við Kollafirði í Tórshavnar kommunu, ið skiftast um at hava stevnuna triðja hvørt ár.
Í fjør varð stevnan hildin í Hvalvík, og í 2015 er tað Kollafjørður, sum aftur eigur tørn.
Tað verður borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, sum fer at seta Sundalagsstevnu í Hósvík tíðliga seinnapartin leygardagin, 14. juni. Setanin fer fram, stutt áðrenn fyrsti FM-róðurin á stevnuni verður skotin í gongd.
- Í míni setanarrøðu fari eg eitt nú at tosa um týdningin av, at stevnutiltøk og onnur tiltøk verða skipað í lokalumhvørvinum í kommununi. Okkara kommuna er stór í vavi og røkkur heilt úr Hósvík um Saksun og norður til Haldarsvíkar og Gjáar.
Heðin Zachariasen sigur, at stevutiltakið er eitt gott høvi hjá fólki í teirri bygd, har stevnan verður hildin, at vísa fram tað, tey hava at bjóða og ikki minst at vísa gestablídni.
- Tá fólk í økinum taka tøk og leggja nógva orku í at skipa fyri eini stevnu sum hesari, vóni eg sum borgarstjóri, at nógv fólk koma til bygdar.
Borgarstjórin vísir á, at í Sunda kommunu fegnast tey altíð, tá tiltøk eru, sum savna fólk í økinum, tí eitt er, at tiltøkini savna fólk. Annað er, at tá fólk eru saman um at reisa tiltøk á føtur, er talan eisini um samstarv og sosiala samveru.
Hann sigur, at í kommununi eru nógv og góð fólk og góðir stuðlar, sum taka sær av at skipa og samskipa tey tiltøk, sum eru á skránni.
- Hæddarpunktið á Sundalagsstevnu verður sjálvandi kappróðurin, og hóast vit enn eru tíðliga í FM-kappingini, vænta vit nógvar spennandi róðrar, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.