Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá HB var heldur nøgdari við 0-0 javnleikin, enn starvsfelagin í Víkingi, Sigfríður Clementsen.
Heðin Askham heldur, at Sarpugerði er eitt sera torført stað at koma til, og tí skal ein ikki klaga, um ein fær úrtøku á útivølli ímóti Vìkingi. Heðin sær møguleikar hjá HB at hála inn á B36, og hann heldur, at Jóan Símun Edmundson hevur nógv at tilføra HB, og tí valdi hann at byrja inni við honum í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði við Heðin Askham.