Fyrr í ár steðgaði Heðin Askham sum venjari hjá HB. Úrslitini stóðu ikki mát við tað, sum væntað verður í føroya størsta felagi, og tað mátti fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin kenna sviðan av.
Nú fær Askham tó møguliga nýtt venjarastarv. Sambært keldum, so dyrgir NSÍ eftir Heðini Askham. Sáttmálin við núverandi venjaran, Trygva Mortensen, er enn ikki blivin longdur til komandi kappingarár, og tí er ikki óhugsandi, at nýggjur maður skal setast sum venjari á besta liðnum hjá NSÍ.
Heðin Askham hevur fyrr verið venjari hjá NSÍ. Hetta var í 2013, tá ið NSÍ endaði nummar fýra í Effodeildini.