Hedegaard stillar kortini ikki upp

Fer í staðin at velja Dansk Folkeparti

Tað er ikki einans Zakaris Wang, ið hevði ætlanir um at stilla upp á einum uttanflokkalista til fólkatingsvalið, sum væntandi verður einaferð tíðliga í summar. Tað ætlaði islamkritikkarin Lars Hedegaard eisini. Hann hevði ætlanir um at vera eitt uttanflokkavalevni, ið skuldi vera longri úti á høgra vongi enn Dansk Folkeparti, við fremsta endamálinum at steðga stóru tilflytingini til Danmarkar.

 

Men mongum brestir ætlan. Meðan Zakaris Wang hevur megnað at savna neyðugu undirskriftirnar, fyri at sleppa at stilla upp, hevur Lars Hedegaard broytt støðu.

 

Hann sigur, at hann millum annað skrivar eina bók um morðroyndina móti sær, og hetta ger, at hann neyvan fer at hava tíð til nakað serligt valstríð. Lars Hedegaard sigur, at tað allarhelst endar við, at hann atkvøðir fyri Dansk Folkeparti, hóast hann heldur, at flokkurin er vorðin nakað veikur síðani formansskifti.