Danski rithøvundurin, journalisturin og søgufrøðingurin, Lars Hedegaard, sum fyrr í dag var fyri morðroynd uttan fyri heim sítt á Frederiksberg, er skelkaður og í øðini um tilburðin.
Lars Hedegaard hevur tað eftir umstøðunum gott, men er í øðini um at ein gerningsmaður í dag royndi at drepa hann uttan fyri heim hansara á Frederiksberg í Keypmannahavn,
Hedegaard er kendur fyri at vera rættiliga atfinningarsamur mótvegis islam og var eisini við til at stovna eitt felag fyri talu-og skrivifrælsi í 2005.
- At hugsa sær, at tú kanst koma út fyri slíkum í sínum egna landi. At tað skal vera komið so langt. Politikararnir hava syrgt fyri eini fjølmentan, og nú kann eg ikki siga annað enn at vit hava fingið eina fjølmentan so tað forslær. Tað, ið eg allarmest havi hug til at spyrja politikararnar er, hvat teir ætla at gera, um vit skulu finna okkum í slíkum tilburðum, har onkur kemur heim til tín við eini pistól og skjýtur, spyr Lars Hedegaard.
í løtuni leitar løgreglan eftir gerningsmaninum í økinum rundan um djóragarðin í Keypmannahavn. Somuleiðis verður leitað eftir tveimum møguligum bumbum tætt við bústaðin hjá Lars Hedegaard og við djóragarðin.
Um middagsleitið ringdi gerningsmaðurin á hurðaklokkuna hjá Hedegaard. Sambært donsku løgregluni hugdi Hedegaard út gjøgnum vindeyga og helt mannin vera postboð. Men maðurin uttanfyri tók eina pistól fram og skeyt eftir Lars Hedegaard.










