Hedegaard dømdur fyri kvaksalvarí

Prædikumaðurin Christian Hedegaard, sum hevur vitjað nógv í Føroyum, er dømdur fyri kvaksalvarí.

Christian Hedegaard er leiðari fyri trúarfelagsskapin Evangelist, og hann varð ákærdur fyri brot á lógina um heilsufakligt virksemi, eftir at Evangelist hevði tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólki, og í staðin fingið tey at fasta og biða í tríggjar dagar fyri at blíva frísk.

Dómurin í rættinum í Hillerød var ikki so harður, sum ákæruvaldið hevði lagt upp til. Mælt varð til, at Christian Hedegaard fekk eina bót á 100.000 krónur, men bótin gjørdist 40.000 krónur, sum kann skiftast við 20 dagar fongsulsrevsing. Christan Hedegaard skal eisini gjalda sín egna sakarmálskostnað.

Christian Hedegaard tvíheldur um, at hann er ósekur í ákærunum, og hann hevur longu boðað frá, at hann kærir dómin til landsrættin.

- Eg skilji framvegis ikki, hvat eg eri ákærdur fyri. Eg havi ikki tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólkum. Tað einasta, eg havi gjørt, er at boða boðskapin um, at Jesus Kristus kann grøða og fría menniskju, sigur Christian Hedegaard.