Millum annað hevur hann gjørt lagið Happy Home saman við Lukas Graham og lagið Twerk it Like Miley saman við Christoper, og hevur hann javnan ligið ovast á hittlistum kring heimin.
Hedegaard er kendur fyri at hava eitt annaðleiðis ljóð enn onnur innan sama øki. Hetta hevur ført við sær, at hann er blivin væl dámdur uttan fyri Danmark, og serliga í Kina ger hann um seg. Av stóra áhuganum fyri honum í Kina, broytti hann heitið á lagnum NYC BABY til BEIJING BABY og tað gjørdi ikki áhugan minni. Hann kom aftur á fyrsta pláss á hittlistum yvir house tónleik og helt áfram at gera løg, ið gjørdust eins væl umtókt. Hetta hevur ført við sær, at hann hevur vunnið alskyns tónleikavirðislønir. Ikki bara hevur hann imponerandi nógvar stroymingar - til komandi Club Awards 2024 er hann tilnevndur í heili 5 ymsum bólkum.
Hann hevur plátukontrakt við internationalum plátufelag, hann hevur komandi konsertferðir á skrá í bæði Asien og USA, hann hevur nýggjar útgávur á veg, ein pakkaðan kalendara til festivalar í summar, og nú kemur hann til Føroya mitt í øllum.










