Randall Wallace, ið skrivaði Braveheart (1995) og Pearl Harbour (2001), er leikstjóri, tá Havnar Bio sum hin einasti í øllum Norðurlondum fer at vísa filmin Heaven is for Real við Greg Kinnear, myndin, í høvuðsleiklutinum. Frumsýningin verður 26. juni.
Eins og vanligt er fyri bíbilskar ella kristiligar filmar, klovna bæði klettar og vøtn, tá ummælt verður og atgongumerki verða tald upp. Hóast filmurin hevur fingið blandaða móttøku í USA, kemst ikki uttan um, at ein kristin marknaður er í vøkstri á mongum økjum. Filmurin byggir á metsølubók, tónleikurin úr filminum er givin út undir filmsnavninum og fleiri kend og virðislønt fólk eru uppií filmsgerðini. Fyrr varð tað als ikki mett sum kristiligt ella á nakran hátt sambæriligt við kristnitrúgv og -lív at ganga í biograf. Men nú er tað broytt.
- Vit hava fingið so nógvar áheitanir, at vísa akkurát hendan spildurnýggja filmin, at vit skaffa hann beint úr USA, uttan danskar undirtekstir, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, við BirkBlogg.
- Gitte Blomsterberg, sum er filmstjóri hjá UIP, ið eigur filmin, helt tað verða eitt gott hugskot, at lata filmin hava frumsýning hjá okkum í Føroyum, so tað er nú avtalað at verða 26. juni, sigur Jákup Eli og leggur afturat, at eingin annar biografur í Norðurlondum fer at vísa hann. - Enn í hvussu er.
Hjá UIP í Danmark er Gitte spent, um fólk fara at koma til henda kristna filmin í Føroyum, tí í Danmark er eingin marknaður fyri tílíkum filmum, sigur hon. Tey eiga eisini bíbilska filmin Noah, sum hóast hann ikki fekk bestu ummæli, dróg fleiri fólk í biograf, enn mett varð frammanundan.
Kelda:
http://birkblog.blogspot.com/2014/06/kristiligur-filmur-bara-i-havn.html










