Avstralski filmsleikarin Heath Ledger varð funnin deyður í einari íbúð í New York í gjár Løgreglan í New York heldur, at Heath Ledger doyði, tí hann hevði tikið ov nógvar sovitablettir, men tað er ikki endaliga staðfest enn, sigur løgreglan.
Heath Ledger gjørdist serliga kendur fyri sín leiklut í filminum ?Brokeback Mountain? frá 2005. Hann spældi eisini í filmunum ?A Knight´s Tale?, ?The Patriot?, ?Monster´s Ball? og ?I´m Not There?, sum er um Bob Dylan.
Heath Ledger var 28 ára gamal, nú hann doyði. Hann átti eina tvey ára gamla dóttir.