Á heimasíðuni hjá Fiadelfia stendur:
- Vit meta, at lovsongur er eitt sera týðandi amboð fyri at leiða hvønn einstakan inn í eitt tættari samfelag við Gud. Eisini meta vit, at ígjøgnum lovsang fær Harrin opinberað sína náði og kraft, og er tað mangan undir lovsongi, at Harrin talar og møtir menniskjum til anda, sál og likam.
Við ráðstevnuni ynskja fyriskipararnir at læra fólki meira um lovsang.
Undirvísarar verða Katrine Høgenhaug og Hanne Vinsten.
Katrine hevur lisið tónleikavísind í Keypmannahavn. Hon er lovsangspastorur í Københavns Kristne Kultur Center.
Henna er tónleikapastor í Valby Frikirke. Hon vitjar nógvar samkomur runt um og gevur íblástur.
Katrine Høgenhaug, ið fyrr hevur verið og havt ráðstevnu í Føroyum, hevur lisið tónleikavísind á tónleikauniversitetinum í Keypmannahavn, umframt at hon hevur verið á Hillsongs leadership School í eitt ár.
Katrine Høgenhaug er lovsangapastor í Københavns Kristne Kultur Center (KKKC) og er hon virkin við tekst- og tónleikasmíð, og er nógv av hennara arbeiði givið út á fløgu, seinast við fløguni LIVE, sum KKKC gav út í 2006.
Hanne Vinsten er musikkpastor í Valby Frikirke. Hennara tænasta er at skriva sangir, at coache hinar lovsongsleiðararnar. Eisini er ein stórur partur av hennara tænastu, at vitja samkomur um alt Danmark, har hon við til at stimbra lovsangstænastuna í teimum samkomum hon vitjar. Hanne hevur verið virkin sangskrivari í 10 ár.
Meira kann lesast um lovsangsráðstevnuna á www.filadelfia.fo