Lagt var upp til toppdyst í bólki F í EM-undankappingini í fótbólti, tá Norðurírland tók ímóti Svøríki. Undan dystinum lá Svøríki á odda við 12 stigum, meðan Norðurírland lá á øðrum plássi við 10 stigum.
Favorittarnir úr Svøríki fingu eina góða byrjan uppá dystin, tá Johan Elmander legði teir á odda í 26. minutti, men eftir hetta stjól norðurírska hetjan, David Healy myndina.
Fýra minuttir eftir málið hjá Elmander var Healy nevniliga uppá spæl, tá hann útnyttaði ein feil í svensku verjuni. Hann sendi bóltin í einum boga upp um Isaksson í málinum, og so var 1-1.
13 minuttir inn í seinna hálvleik skoraði sami Healy eisini sigursmálið í dystinum, tá hann, staddur tætt undir málinum, sendi bóltin fram við Isaksson.
Norðurírland vann dystin 2-1, og sostatt eru teir á odda í bólki F. Leggjast kann afturat, at David Healy er toppskjútti í undankappingini. Hann hevur skotið 9 av teimum 10 málunum, sum Norðurírland hevur fingið.